Eivør á norðurlendskari ferð

Tíðarritið Gaffa fegnast um ferðina og nýggju útgávuna Live in Tórshavn.

Eivør fer í næstum á tónleikaferð í Danmark, Noreg og Svøríki.

 

 

Eisini gevur hon út nýggja útgávu, Live in Tórshavn, har lagið Salt longu er alment.

 

 

Danska tónleikatíðarritið Gaffa skrivar um Eivør, ferðina og nýggju útgávuna. Tíðarritið fegnast um, at Eivør aftur vitjar í Danmark, og greiðir frá, at tað helst er gott hugskot at ogna sær atgongumerki sum skjótast, tí seinast hon vitjaði, spældi hon fyri fullum húsum, og mangt bendir longu á, at so verður eisini hesaferð.

 

 

Annars skrivar Gaffa um Eivør og hennara leið innan tónleikin, og fegnast um hesa føroysku sangkvinnu, ið hevur megnað at skapt sær stóra yrkisleið við tónleiki og livandi framførslum sínum.

 

 

Greinin sæst her:

gaffa.dk/nyhed/135549/faeroske-eivor-tager-pa-danmarksturne-og-udgiver-livealbum/ 

 

 

Í Danmark er ferðaskráin henda:

13/3 - Aalborg, Skråen

14/3 - Thisted, Thisted Musikteater

15/3 - Knebel, Fuglsøcenteret

16/3 - Horsens, Ny Teater

17/3 - Aarhus, Train

20/3 - Odense, Posten

21/3 - København, Bremen Teater