Tað er í kvøld, at Eivør bjóðar til útgávukonsert av nýggjastu útgávuni Room. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum klokkan 19.30
Á konsertini fer Eivør fyrst og fremst at framføra løg av nýggju fløguni, men vit fara eisini at hoyra nakrar Eivør klassikarar. Við sær á pallin í Norðurlandahúsinum hevur Eivør Mikael Blak, bas, Magnus Johannesen, tangentar, Tróndur Bogason, electronics, Høgni Lisberg, Elinborg Pálsdóttir og Rebekka Petersen syngja kór.
Fløgan tekur aftur í fólksliga heimin frá fyrru fløgunum, samstundis sum vit eisini hoyra endurljóð úr tí elektroniska heiminum, sum vit kenna frá seinastu útgávuni Larvu. Eivør hevur sjálv framleitt fløguna saman við Trónda Bogasyni, og saman hava tey megnað at skapa eitt heilt egið ljóðbílæt.
Á fløguni eru 10 nýggir sangir, allir á enskum. Millum annað sangurin I know, ið er enska útgávan av lagnum Eg veit, sum hevur verið nógv at hoyrt í føroyskum útvarpið í summar, og verður sendur øllum, ið hava skrásett seg at móttaka tíðindaskriv frá Eivør. Tey, ið downloada fløguna Room á Itunes, fáa føroysku "eg veit" við sum bonustrack. Onnur løg, ið kunnu nevnast, eru Rain, ið endurspeglar minnir frá barndóminum, og Boxes, ið er skrivað um tíðarskeiðið, tá Eivør pakkaði síni ting niður í kassar og flutti til Danmarkar. Á fløguni er eisini lagið Far away, sum varð skrivað, aftaná at Eivør sera knappliga og óvæntað misti pápa sín fyri góðum hálvum øðrum ári síðani.
Konsertin í kvøld er útseld, men hósdagin fer Eivør at framføra tvey løg av fløguni í sendingini Ghetto Føroyar, sum byrjar hósdagin klokkan 14.00.