Eivør nærum eiggiligasta sprund Íslands

Í Íslandi hevur útvarpsstøðin Rás 2 havt atkvøðu um, hvør er eiggiligasta sprund Íslands. Eivør Pálsdóttir er nummar tvey á hesum topp 10 listanum og í fjør var hon nummar 10

Sunnudagin var sonevndur kvinnudagur í Íslandi. Henda dag eru menn serstakliga góðir mótvegis kvinnum. Hetta er eitt slag av valentindegi í Íslandi.
Henda dag skipaði íslendska Ras 2 fyri atkvøðugreiðslu um, hvør er ársins eiggiligasta sprund í Íslandi.Í túsundatali av lurtarum, mest mannligir, atkvøða.
Í fjør var Eivør Pálsdóttir nummar 10 á hesum topp 10 listanum, hóast ymisk mótmæli, tí Eivør jú ikki er íslendsk, men føroysk.
                      Í ár gjørdist Eivør nummar 2 á hesum topp 10 listanum yvir eiggiligastu sprund Íslands. Hóast somu mótmæli aftur hava verið frammi hesaferð, so verur mest smílst at hesum, tí øll halda nógv av Eivør, sigur heimildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð.Nummar eitt á topp 10 listanum er sjónvarpstíðindakvinnan Eyrún Magnúsdóttir.