Eivør millum stóru stjørnurnar

Hæddarløtan á Listahátíð Íslands var leygarkvøldið 29. mai, tá sýningin Ísland ? Írland var á skránni og millum sangararnar var Eivør Pálsdóttir, sum stóð seg so sera væl millum stóru nøvnini, at hon fær nógv rósandi orð fyri framførsluna

 
Eivør Pálsdóttir var í góðum felagsskapi, tá hon leygarkvøldið 29. mai
framførdi í samband við Listahátíð Reykjavíkar. At hon var eitt av stóru
nøvnunum á listahátíðini er ikki at taka seg aftur í, hóast kend nøvn vóru
á skránni.
 Talan er um framsýningina Ísland - Írland, har kend tónaskøld úr londunum báðum verða tikin fram. At Eivør ?stjól myndina?, sum tikið verður til, vil heimmildarmaður okkara Jens Guð ikki júst siga, men hon var ein av stóru stjørnunum í hesi stjørnupakkaðu framførslu.
                      Eini 4000 fólk sóu framførsluna, hóast høgan atgongumerkjaprís, hægri enn vanligt er í Íslandi til konsertir við Metallica, Deep Purple ella Lou Reed. Og Jens Guð vil vera við, at Eivør so avgjørt var við til at draga fólk við sínum stóra og góða navnið í Íslandi. Navnið skuldi næstan havt verið Ísland-Írland- Føroyar, sigur Jens Guð.
                      Millum áhoyrararnar vórur eisini fjølmiðlafólk frá altjóða miðlum. Íslendska sjónvarpið tók upp og sama gjørdi útvarpsrásin Rás 2.
                      Tónaskøldini bæði Donald Lunny og Hilmar Ørn Hilmarsson umboða Írland og Ísland og hava teir í fleiri ár arbeitt við teimum bestu á altjóða pallinum. Og tað vóru løg hjá teimum, sum framførslan snúði seg um. Á pallinum stóðu eisini fremstu tónlistafólk Íslands. Fimm sangarar vóru, nevnast kunnu Eivør og Damon Albarn frá Blur og Gozilla.
                      Frettablaðið skrivaði ? við mynd av Eivør-eftir framførsluna, at bæði Eivør og Kristin Heiða Kristinsdóttir vístu ymsar styrkir og áhugavert er at sammeta og leggja til merkis frískleikan. Eivør var stjørnan og blaðið vónar at hon heldur fram á somu leið.
                      Fyri nøkrum døgum síðani luttók Eivør eisini í sending saman við KK og Bill Bourne, har blues var á skránni og tók hon øll á bóli við at náa íslendskar yvirskriftir við hesi framførsluni eisini.