Tá ið miðlafyritøkan HBO í farnu viku lýsti fyri komandi pørtum av sjónvarpsrøðini Game of Thrones, var tað Eivør og framleiðarin Cato, ið stóðu fyri ljóðsíðuni.
Game of Thrones er ein av heimsins best umtóktu sjónvarpsrøðum, og tað hyggja millum 6 og 7 milliónir fólk at røðini, hvørja ferð ein partur verður sendur á amerikansku sjónvarpsrásini HBO.?
Ein nýggj sesong er júst byrjað, og tað eru lýsingar fyri hesa sesong, ið brúka lagið “So Close To Being Free” hjá Eivør, ið upprunaliga var á fløguni “Larva”, men nú er re-mixað av Cato, ið er kendur tónasmiður og framleiðari, ið hevur gjørt tónleik til hópin av filmum.