Eivør á Kafe Kaspar í kvøld

Føroyska tónleikastjørnan, Eivør Pálsdóttir, verður gestatónleikari í singer/songwriter kappingini á Hotel Hafnia í kvøld Í kvøld klokkan 22 byrjar finalan í singer/songwriter kappingini á Kafe Kaspar.

 

Undirtøkan til kappingina í ár hevur verið metstór, fýra undanumfør hava verið, har 21 fólk hava kappast um at koma í finaluna.

 

Teir fýra finalistarnir sum fara at kappast í kvøld eru:

 

Jústines í Túni & Sakaris Joensen, Heri Olsen, Lyon Hansen og Jógvan Joensen.

 

Gestatónleikarar verða Kristina Bærentsen, Jóan Petur á Stongunum og Eivør Pálssdóttir.