Eivør er aftur á ferð úti í heimi við sínum tónleiki. Og við sínum tónleikarum.
Í kvøld spæla Eivør og manning í London.
Á facebook vanga sínum skrivar Eivør, at tey gleða seg til konsertina á Selfridges í kvøld. Og so minna tey á, at konsertin verður stroymd á netinum.
Ætlar ein sær at njóta konsertina, og ikki er hjástaddur, so er at fara á netið og á http://slfrd.gs/2uP2skP