Eivør hjálpir Lydmor

– Hetta er ein av bestu songunum á útgávuni hjá mær, sigur Lydmor

Seinasta leygardag kom nýggja staklagið »Nevada« hjá 31 ára gomlu donsku songkvinnuni Jenny Rossander, betri kend undir listafólkanevninum Lydmor, út. Eivør syngur niðurlagið í sanginum.

– Hetta er ein av bestu songunum á útgávuni hjá mær. Rytman er eitt sindur street, Eivør hevur eina droymandi rødd, og tað var samspæli millum tey bæði tingini, sum eg helt vera áhugaverd. Hetta eru tvey ting, sum eg ikki ofta seti saman, sigur Lydmor, sum hevur verið spæld nógv í donskum útvarpi, í samrøðu við Eivør á Instagram.

– Eg varð so glað fyri, at tú bað meg um at syngja niðurlagið. Hetta er eitt gott dømi um, at okkurt er skeivt men gott, tí tá eg hoyrdi tað, hugsaði eg, at hetta er so skeivt til røddina hjá mær, men eg fari totalt at syngja tað. Og tað trýsti meg eina nýggja leið, og eg elskaði at syngja tað, tí tað var avbjóðandi. Eg elski avbjóðingar, sigur Eivør við Lydmor í somu samrøðu.

##med2##