Eivør og fløgan ?Krákan? eru millum glottarnar í tónleikinum í 2003. Hetta eru íslendskir tónleikaummælarar samdir um. Morgunblaðið og teirra Arnar Eggert Thoroddsen hava valt ?Hjarta Mítt? hjá Eivør sum ein av 4 teimum bestu sangunum í 2003.
Fréttablaðið valdi Eivør og fløguna ?Krákan? millum 5 tær bestu fløgurnar í 2003 og sama gjørdi blaðið DV.
Ummælarin á Sánd hevur Eivør og ?Krákan? sum bestu fløgu í 2003.
Flestu av hesum bløðum eru samd um at velja Mínus og teirra ?Halldór Laxness? til bestu fløgu. Hetta er harður rocktónleikur, ið hevur selt 30.000 eintøk á heimsmarknaðinum. Enska blaðið Metal Hammer hevur valt Minus millum teir 50 bólkarnar, ið verdir eru at fylgja í 2004.
Gull í Íslandi
Eivør hevur nátt gull í Íslandi, t.v.s. 5000 seld eintøk. Og søgur vilja vera við, at føroysku sølutølini liggja um eini 3000 eintøk, men er hetta óváttað tíðindi.
Jens Guð, heimildarmaður okkara í Íslandi, sigur, at ?Krákan? verður skjótari seld, enn fyrra fløgan hjá Eivør. Tann fløgan rakk ongantíð Top 30 , men er tó seld í 6000 eintøkum. ?Krákan? verður seld skjótariog liggur á listunum, - upp og niður, fyrst á 4. plássið, síðani niður til 13, 22 og so aftur 13 og so framvegis.
- Hesa vikuna er ?Krákan? nummar 9, sigur Jens Guð og minnir á, at ongin einstakur sangur ger um seg, men fløgan klárar seg væl, hóast talan ikki er um tónleik, ið er so lættur at lurta eftir.Jens Guð hevur áður spátt, at ?Krákan? kemur upp á sølutøl, ið liggja millum 8000 og 10.000 eintøk og hann er enn bjartskygdur.









