Eivør hevur útgávukonsert á G!

Eivør verður aftur í ár á G!, hesaferð verið heimskendum írskum tónleikarum aftan fyri seg.

Í summar kemur nýggja fløgan hjá Eivør út, og í dag avdúkar G! Festivalurin, at Eivør aftur í ár er festivalskráni í Syðrugøtu. Talan verður sostatt um útgávukonsert á Gøtusandi, og til hesa konsertina hevur Eivør manningina, ið hon brúkar á fløguni, ið er telur nakrar av bestu írsku elitutónleikarunum.

Nýggjur tónleikur
Nýggja fløgan hjá Eivør Mannabarn, verður givini út í eini føroyskari útgávu og í eini enskari undir heitinum Human Child. Nøkur løg hava longu verið framførd í Føroyum fleiri ferðir, t.d. Grát ei, sum vann sangskrivarakappingina hjá Atlantic Music Event, og Norðurlandahúsinum og ”Elinborg og Elisabeth Maria, sum hevur verið fastur partur av spæliskránni hjá Eivør seinastu árini. Og sum eisini hevur verið eitt útvarpshitt í live-útgávu. Eisini løg sum Móðir Teresa og Livandi Trø, hava brent seg fast í minnið hjá teimum, sum hava verið á seinastu konsertunum hjá Eivør. Tilsamans eru 10 løg á fløguni. Harav hevur Eivør skrivað tey níggju sjálv.

Irish Cream
Tað kann roknast við eini uppliving av teimum stóru á Gøtusandi. Eivør er so væl fyri og osar av yvriskoti og spæligleði sum ongantíð áður, hetta kundi t.d. upplivast á AME konsertunum í Reykjavík og í Havn. Ummælarar hava kappast um at senda Eivør lovorð. Tað er eisini greitt, at bólkurin á hesi konsertini er frálíkur. Hon hevur nakrar av absoluttu topptónleikarunum í Írlandi, kremið innan írskan tónleik. Harímillum framleiðaran á nýggju fløguni Donald Lunny, sum verður mettur sum ein av mest týðandi persónunum handan menningina av írskum tónleiki og sum hevur framleitt fyri m.o. Sinéad O'Connor, Rod Stewart, Paul Brady, Elvis Costello, Indigo Girls og Baaba Maal.
Millum manningina we eisini Anthony Drennan á gittara, sum m.a. hevur verið spælt gittari og bass við Genesis á konsertunm umframt at hava spælt við The Corrs, Clannad og Paul Brady.
Liam Bradley spælir trummur, hann er kendur sum trummarin hjá m.ø. Ronan Keating, Van Morrison og Sinead O'connor. Noel Eccles spælir ásláttur og hann hevur spælt við mætum nøvnum sum U2, Van Morrison, Sting, The Chieftains, Hothouse Flowers, Elvis Costello og Sinead O'Connor.
Eivør hevur nærum verið fast navn á G! Skránni, síðan hon á fyrsta G! spældi við Clickhaze, bert tað eina árið bar ikki til hjá Eivør at luttaka á stóra tiltakinum í heimbygdini.