Sara hevði sætt Teitur fleiri ferð áður, og henni dámdi væl Teit. Men orsøkin til hennara luttøku á Funky Faroe Islands var Eivør Pálsdóttir, ið hon var komin fyri at uppliva. Arbeiðið hjá Saru er at finna nýggj nøvn, og gera útgávusáttmála við tey. Red Ink snýr seg nógv um at finna nýggj talentir og geva tey út.
- Eivør var sera góð, segði Sara við planet.fo og helt fram
- Hon hevur eina fantastiska rødd. Okkurt av løgunum, kundi eg ímyndað mær, hevði riggað væl á Radio 2.
Radio 2 er ein stór ensk útvarpsstøð, ið vendir sær til ein vaksnan lurtaraskara.