Eivør fremst í Íslandi

Umframt at liggja á fyrstu rók í Íslandi, er Eivør Pálsdóttir nú eisini á veg fram í Danmark, har danska útvarpið spælir nýggju fløguna nógv og Radio Bigbandið ætlar at spæla inn tvey løg hjá Eivør á nýggja fløgu

Fløgan Krákan hjá Eivør Pálsdóttir er nú mest og skjótast selda fløga í Íslandi og er sostatt ovast á sølulistanum, har hon hevur verið í 15 vikur. Samstundis er hon ovast á ungdómshitlistanum Samfes. Har er sangurin ?Við gengum Tvø? nummar eitt og sostatt er íslendski ungdómurin eisini farin at lurta eftir Eivør.
                      At Eivør fekk íslendsku tónlistaheiðurslønirnar fyri stuttum hevur sett rættiliga ferð á søluna. Nú eru útvið 7000 eintøk seld í Íslandi.
                      Krákan er onnur føroyska fløgan, sum kemur á ovastu rók í Íslandi, tí Týr megnaði eisini at koma á fremsta pláss við Orminum Langa í 2002.                      Eivør og fløgan Krákan eru nú eisini nógv at hoyra í donskum útvarpi og Radio Bigbandið hjá DR ætlar at spæla tvey løg hjá Eivør inn á nýggja fløgu, sum farið verður undir í næstum.