Tann 7. apríl verður ein filmur frumsýndur kring heimin, har Eivør Pálsdóttir er við. Hetta er dokumentarfilmur um tær íslendsku alheimsstjørnurnar, sum t.d. Bjørk, Sigur Rós, Minus, Múm, Quarashi, Bang Gang og eisini føroysku Eivør. Filmurin nevnist Screaming Masterpiece og tað er Ergis Filmproduction og Zik Zak Films, ið hava framleitt. Filmurin var við á filmfagnaði í Svøríki í februar og varð innstillaður til fyrstu heiðursløn.