Væl umtókti norski bólkurin Vamp er farin á nýggja konsertferð, sum varðar meiri enn tveir mánaðir. Við á ferðini er eisini Eivør Pálsdóttir, sum komandi vikurnar skal hava næstan 40 framførslur saman við Vamp. Seinasta útgávan hjá bólkinum er lutvíst innspæld í Føroyum, og Eivør Pálsdóttir er gestasangari. Fyrsta konsertin við Vamp og Eivør var mikudagin í Oslo, og síðani gongur leiðin til størri og smærri býir kring Noreg. Seinasta konsertin við Vamp og Eivør verður í Bergen 8. desember.