Leygarkvøldið verður gongugøtan í Havn fylt við tónleiki og veitslulag, tá fleiri spennandi útlendsk og nøkur av teimum best umtóktu føroyskum tónleikanøvnunum fara á pall á Tórsfest 2016.
Og í dag hava fyriskipararnir avdúkað enn eitt navn, tí Eivør Pálsdóttir verður millum mongu bólkarnar á stóra konserttiltakinum Tórsfest 2016 leygarkvøldið.
Eivør Pálsdóttir er ein tann mest viðurkenda songkvinnan í Føroyum, og tað er ikki uttan orsøk. Bæði í Føroyum og úti í verð savnast fólk í hópatali at uppliva føroysku Eivør.
Í fjør gav Eivør fløgurnar Bridges og Slør út, og tær hava verið sera væl móttiknar. Eivør hevur megnað at sungið seg inn í hjørtu føroyinga, og eingin ivi er um, at Eivør fer at bergtaka fjøldina niðri í gongugøtuni í Havn leygarkvøldið.
Umframt Eivør er longu kunngjørt, at heimstjørnan Sean Kingston kemur hendan vegin at framføra, vælumtóktu donsku bólkarnir Carpark North og Saybia, okkara egnu Týr, Marius, MC-Hár, Eyðun & Terji og Punjab eisini fara á pall í gongugøtuni leygarkvøldið.
Á Tórsfest verður eisini spæliland og tiltøk fyri børn á skránni um dagn, tá Angela og Hannibal, Bubu og Kúllarnir fara at undirhalda børnunum.