Eivør, ið leygarkvøldið vann tvær FMA heiðurslønir, er nú farin á konsertferð í Danmark, Týsklandi og Eysturríki.?
Mikudagin 26. mars legði Jyderup Højskole pall til fyrstu konsertina á várkonsertferðini hjá Eivør Pálsdóttir.
Konsertferðin telur 9 konsertir í 9 dagar í trimum ymiskum londum, slag í slag gongur leiðin úr Jyderup til Tønder, til Køln, til Halle, til Aschaffenburg, til Hannover, til Erlangen, til Salzburg til Ebenesee í Eysturríki, har Eivør og bassleikarin Mikael Blak spæla síðstu framførsluna. 4. apríl.
Eivør og Mikael hava áður ferðast saman sum duo, og verður hetta lýst sum ein intim duo uppseting.
Niels Uni Dam