Eivør fær sáttmálar úti í heimi

Íslendska plátufelagið, ið hevur givið út fløgur hjá Eivør, hevur gjørt tveir sáttmálar úti í víðu verð, og Eivør er sostatt ávegis á altjóða pallin

Felagið 12 Tónar, ið útgevur Eivør Pálsdóttir, hevur gjørt tveir nýggjar sáttmálar viðvíkjandi Eivør. Ein sáttmáli er við útgávufelag í Korea, ið ætlar at selja Eivør í Asia. Hitt er sáttmáli við danska felagið Cope Records, ið fer at geva út fløguna við Eivør og Danmarks Radios Big Band, sum kemur í Mars. Felagið skal standa fyri søluni um allan heim, tó ikki í Føroyum og Íslandi.
                      Í løtuni arbeiðir 12 Tónar eisini við at skriva sáttmála við eitt útgávufelag í Kanada. Eftir eru bert smálutir og pappírsarbeiði av ymsum slag, innan avtalan er komin undir land.
                      Heimmildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð, fegnast, tí longu í 2002 spáddi hann, at Eivør fór at koma líka langt, sum íslendska Bjørk, og við hesum sær hann stórar møguleikar fyri, at hetta fer at eydnast.