Eivør fær góð ummæli

Í Danmark og Svøríki fær Eivør í hesum døgum góð ummæli, bæði fyri nýggjastu fløguna og fyri konsertframførslur.

Tónleikur


Í hesum døgum fær Eivør góð ummæli í bæði Danmark og Svøríki. Nýggja fløgan, Human Child, verður ummæld í Vejle Amts Folkeblad, undir yvirskriftini »En huldre i fortsat vækst«, skrivar ummælarin, at Eivør, á nýggju fløguni megnar at halda fast í síni grund og eginleika. Hann sigur: “Hendes femte album »Human Child« med lutter selvskrevne sange er en liflig kombination af hendes huldre-fortryllende vokal, opfindsom og mange-laget musik og en fin-fin produktion med gennemsigtighed. Serliga verða løgini »Human Child« og »Mercy Of Darkness« tikin fram sum havandi veruliga hittgóðsku. Røddin fær sum vanliga nógv góð orð frá ummælaranum: “Den er vinden over fjeldene, bruset fra Atlantens piskende storme. Men også moderens kærlige vuggesang til sit barn. Udtryksfuld, med bare ét ord.”


Ársins yvirraskilsi

Men eisini hinumegin Oyrasund í Svørríki, ber í hesum døgum til at lesa lovorð um Eivør. Í ummæli av Urkult festivalinum verður Eivør lýst sum ársins stóra yvirraskilsi. Ummælarin skrivar um Eivør “Eivør Pálsdóttir tog över efter Sofia Karlsson på stora scenen och gjorde en fantastisk konsert..till Urkult kom hon med bara en gitarr, en handtrumma och en läckert uppmickad vänsterfot samt utmärkte Gustav Ljunggren på slide- och andra gitarrer. Jag fick lite grann en känsla av Laleh, inte musikaliskt men den där grundmurade musikaliteten och lekfullheten har de gemensamt.



Spennandi útlit

Eivør Pálsdóttir hevur við útgávuni av nýggjastu fløguni, »Human Child«, í størri mun lagt seg eftir útlendsku marknaðunum, og við útlendsku verður her meint øðrum enn føroyska og íslendska marknaðinum. Í Danmark er Eivør givin út á plátufelagnum RecArt, og hetta er eitt felag, ið hevur størri ávirkan á marknaðin enn íslendska 12 tónar, ið stóð fyri útbreiðsluni í Danmark av seinastu fløgu hennara, tí eru útlitini spennandi fyri føroysku songkvinnuna.