Eivør
Niels Uni Dam
Tað vóru ikki nógv andlit úr danska tónleikaídnaðinum aftanfyri pallin leygarkvøldið tá konsertin í Vega var av, vónandi vóru fleiri í salinum. Tó var eitt undantak. Jens Ove Friis frá Rec Art Music, sum hevur verið í Føroyum í sambandi við nógvar tær seinastu Prix Føroyar finalurnar, hevði leitað sær handan pallin.
JOF, sum hann verður róptur, stóð og tosaði við Fróða Vestergaard tá eg kom afturum pallin. Hann var prátingarsamur og vinarligur, og vildi fegin siga mær frá um hansara meting av bólkunum og tiltakinum sum heild. Vit funnu ein krók har vit fingu frið og stólar at sita á.
Býtt plátufeløg
Hann segði seg gleðast almikið, vegna føroyskan tónleik, at eitt slíkt samstarv var komið í lag við Vega. Hann ætlaði sær at boða øllum plátufeløgunum, sum hann samstarvaði við, frá næstu ferð tílíkt tiltak varð. Tí sum hann segði: »Fyri plátufeløg, er tað einki minnið enn býtt ikki at brúka hendan møguleika at síggja føroyskar bólkar«.
JOF segði seg fyrst og fremst vera komnan fyri at hoyra Eivør. »Hon er eitt ótrúligt talent«. Hann metti hana vera størsta talentið føroyingar hava í løtuni. Hann hevði vænta nógv áðrenn konsertina, og hon livdi fult upp til vónirnar.
Hann helt konsertina vera inniliga og góða. »Hon gerst betri og betri hvørja ferð eg hoyri hana«. Hann helt tó ikki, at hon hevur ment sítt talent til fulnar. Hon er ment 80%, og tann dagin ein sera dugnaligur plátumaður, tekur hana undir sínar veingir, og hjálpir hennið at røkka tey seinastu 20%, so skriva tey tónleikasøgu. Hetta krevur tó ein stak dugnaligan plátumann, sum mennir talentið uttan at oyðileggja tað.
Gestir ov innanhoknir
JOF kendi Gestir úr Prix høpi og helt bólkin vera dekan ov innanhoknan og tunglyntan. Hann legði tó dent á, at hetta bert var hansara persónliga meining.
Hann kendi eisini Makrel framman undan, og hevði lurtað eftir nýggju fløguni, sum honum dámdi væl. Hann var ikki komin tá Makrel spældu, og vildi tí helst ikki siga ov nógv um bólkin, tó ætlaði hann at lurta eftir fløguni aftur.