Eivør er ársins songkvinna

Viðurkenningarnar hava rúgvað seg upp seinastu árini, og nú fekk hon aftur eina. Eivør Pálsdóttir var í kvøld kosin ársins songkvinna á Planet Awards.

 

Hon hevur í hesum árinum ferðast víða við fløguni Room, sum kom út í summar. Millum annað hevur týski tónleikamarknaðurin tikið væl ímóti henni.

 

Fløguna hevur hon framleitt saman við manninum Tróndi Bogasyni.

 

- Eg havi havt úr at gjørt í hesum árinum, kanska meira enn undanfarin ár. Av somu orsøk er hvílandi at verða í Føroyum um jóltíðir. At fáa eina slíka viðurkenning frá føroyingum sjálvum hevur eisini stóran týdning fyri meg, sigur Eivør Pálsdóttir.

 

Í viðtalu við Sosialin í september, vísti hon eisini á, at hetta var fyrstu ferð, at hon hevur klaver við á sínari fløgu.

 

- Um eg skal lýsa ljóðið á fløguni, so er tað kanska ein góð blanding av tí gamla, meira fólksliga, sum eg plagdi at gera, og tí meira elektroniska frá Larvu. Men í grundini kennist hetta heilt nýtt og frískt fyri meg. Eitt, sum er gott, er, at eg kann bæði sita og spæla løgini einsamøll við mínum gittara, ella hava eitt sjeymannaorkestur við mær. Bæði rigga, og tað er eitt stórt frírúm, segði hon tá.

 

Hini, sum vóru í uppskoti til heiðurin ársins songkvinna, vóru Greta Svabo Bech, Lív Næs, Evi og Kristina Bærentsen.