Fløgan Mannabarn hjá Eivør Pálsdóttir er nummar eitt á listanum yvir mest seldar fløgur í Íslandi Fløgan er nummar eitt á listanum hesa vikuna, eftir at hon kom beinleiðis inn á 5. pláss fyri 14 døgum síðani. ´
Í síðstu viku var Mannabarn nummar tvey á listanum. Tá var fløga nummar eitt ein fløga hjá Magna, ið er íslendskur sangari, ið nú er kendur víða um, eftir luttøku í amerikonsku reality sendingini Rock Star Supernova.
Heimmildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð, sigur, at fløgan hjá Magna verður førd fram í stórum lýsingarherferðum. Fløgan hjá Eivør verður hinvegin ikki førd fram á sama hátt, men liggur tó á fyrsta plássi nú á listanum yvir mest seldu fløgur í Íslandi.