Ummælarin hjá Gaffa letur Eivør tvær av seks stjørnum, og ummælarin er rættiliga speiskur í sínum ummæli. Troels Frøkjær skrivar millum annað, at Eivør virkar pátikin og óektað.
- Okkurt ger, at tú troyttast rímiliga skjótt av Eivør. Eg sleppi ikki undan kensluni av nøkrum óektaðum og pátiknum í teimum stóru teatralsku faktunum og ógvusligu skríggjunum, sum skulu boða frá einari frumkraft, ið eg ikki haldi er til staðar. Eivør hevur klistrað tvær grønar fjaðrar á tann trevsuta kjólan og á handliðið í eini roynd at virka gátufør. Tað virkar bara ikki uppá meg, sigur ummælarin hjá Gaffa.
Troels Frøkjær heldur, Eivør hevur ein góðan og vælspælandi bólk, og hon er ein góður og orginalur sangari, men hann keddi seg til konsertina og fangaði seg sjálvan í at hyggja eftir klokkuni fleiri ferðir.
- Eivør spældi fleiri sangir frá komandi fløgu sínari, sum hon lovar kemur út í heyst. Ta fløguna fari eg ikki at standa í kø fyri at keypa, sigur Gaffa-ummælarin.