Eivør er Eivør

Eivør er kend fyri bergtakandi sang og framførslur. Leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum kom hon á pall í flottum kjóla og við trummu í hond. Fyrsta lagið var kvæðalag, har spælt var uppá tað rútmiska og tað at gera eina flotta ljóðmynd undir. Hetta sat avbera væl. Og bæði búni og framførsla skaptu beinanveg eitt ávíst huglag í salinum.

 

Síðani kom eitt lag við enskum teksti. Hetta kendist ikki í fyrstu syftu sum eitt eyðkent Eivør-lag, men tað riggaði væl.

 

Lagið Livandi Trø tóktist leggja seg upp at írskum tónleiki og har var sving í. Eisini hetta riggaði væl og kanska var tað íblástur úr Írlandi, har Eivør arbeiðir við síni komandi fløgu, ið her hoyrdist aftur.

 

You are All var flott lag, har fiólleikari eisini kom á pallin. Stilt og yndisligt lag, og tá lagið var í hæddini, var hetta ein flott ljóðmynd.

 

Eivør sang eisini vinnaralagið, sum hon vann AME-sangskrivarakappingina við. Grát Ei er vakurt lag, ið kanska byggir meira á tað vísukenda, ið Eivør áður hevur fingist við.

Nú brennur tú í mær, sang Eivør, og tá hevði hon langt síðani brent seg inn í lurtarafjøldina og tað kundi sæð út, sum hevði hon eisini brent seg fasta í hugaheimin hjá útlendsku gestunum, ið tóktust sera hugtiknir hesa løtuna.

 

Síðani fór hon og manningin og ein dansari beint í ein villan indiánaradans. Her var bæði fyri eygu og oyru.

 

Eivør hevði góða manning, kórsangarar og fiólleikara. Her var alt uppá pláss. Eivør prógvaði ikki bara røddina, men eisini, at hon spennir víða frá villum til tað yndisliga. Hon flytir seg sum listafólk og er meira enn sangarinna, tí á palli fyllir hon rúmið; bæði tá talan er um tað, sum oyruni skulu hava og um tað, ið eyguni skulu hava. Tað verður alt meir ein total-uppliving.

 

Nýggja tilfarið er øðrvísi og boðar frá góðum, nú vit við spenningi kunnu bíða eftir nýggjari fløgu frá Eivør Pálsdóttir. Fløgan kemur um stutta tíð, og Eivør prógvaði leygarkvøldið, at hon er ikki vorðin keðiligari á palli, og at hon torir at ganga nýggjar leiðir og royna vegir, ið hon ikki er von at ganga.

 

Lógvabrestirnir eftir fantastisku framførsluna boðaðu eisini frá, at lurtararnir vildu hava meira, og Eivør og Magnus endaðu framførsluna friðarliga og gott.