Eivør eigur besta lagið

Spennandi samstarvið millum Eivør og Nik & Jay á nýggju fløgu teirra, fær góð ummæli. Fløgan kemur út týsdagin og sambært ummælara er okkurt at gleða seg til. EkstraBladet hevur sum ein tann fyrsti miðilin ummælt fløguna. Tey rósa dansk-føroyska samstarvinum og nevna tað hæddarpunkti á fløguni, sum sanniliga eisini hevur síni lýti.

»Bedst er afslutningen, ?Bølgerne ved Vesterhavet?, hvor en færøsk vokalsampling skaber en smuk ramme om et noget nær episk nummer, hvor Nik & Jays nye ambitionsniveau for alvor forløses. Meget mere af det næste gang, tak«, skrivar ummælarin um sangin, har Nik & Jay brúka lagið Trøllabundin hjá Eivør.

 

Fløgan fær annars tríggjar av seks stjørnum frá EkstraBladet. Ein annar miðil, JyllandsPosten, hevur eisini ummælt fløguna. Tey hava lítið gott at bera fløguni, nevna einki um Eivør og geva Engle Eller Dæmoner tvær av seks stjørnum.