Eivør á DVD

Eitt sjónvarpslið hevur ferðast við Danmarks Radios Big Band á konsertferðini við Eivør, hetta lið var ikki við í Føroyum, men tók alla konsertina í Operahúsinum upp. Ætlanin er, at upptøkurnar verða nýttar til ein DVD útgávu, ið Big Bandi gevur út.

Aftan á konsertina spurdi sjónvarpsliðið áskoðarar, um hvat teimum dámdu konsertina, og um tey skuldu velja eitt djór sum Eivør var, hvat djór tey so valdu. Enn er ikki greitt nær DVDin kemur út.