Árliga tónleikatiltakið, Tórsfest er í kvøld. Á skánni eru fleiri góðar konsertir við navnframum føroyskum og útlendskum tónleikarum.
Sjálvt tiltakið, Tórsfest, byrjaði í dag klokkan 15:00, har ymisk barnatiltøk vóru á skránni.
Nú fyri løtu síðani byrjaði tónleikurin eisini av álvara. Og tað var einki annað navn, enn okkara egna, Eivør Pálsdóttir, sum byrjaði tað tónleikaliga á Tórsfest.
Tá Eivør byrjaði at spæla, vóru ikki serliga nógv fólk komin á økið, men so skjótt sum tónarnir hjá henni byrjaðu runga, komu alsamt fleiri fólk. Til endans var heilt fitt av fólki samlað frammanfyri stóra pallin á Tórsfest.
Um veðrið til Tórsfest er at siga, at tað regnar. Men í løtuni regnar tað nógv minni enn tað hevur gjørt. Annars er stilt og lýtt, so at veðrið eigur ikki at seta fólk aftur í kvøld.