Í vikuskiftinum hevði Eivør Pálsdóttir tvær sera væleydnaðar konsertir í Reykjavík. Í Háskólabíó fóru Eivør, íslenski croonarin Raggi Bjarna, 40 tónleikarar og eitt 60 manna stórt kór á pall saman. Fyri Eivør var hetta ein heilt serlig uppliving.
- Tað er langt síðan, at eg havi havt tað so stuttligt á eini konsert, sigur Eivør við nógvari sannføring í røddini.
Fyri jól hevði Eivør fleiri sera væl vitjaðar og góðar framførslur í Reykjavík. Tíanverri gjørdist Eivør sjúk og mátti tí avlýsa seinastu konsert sína, ið skuldi haldast saman við einum íslendskum kóri. Eftir ein lítlan steðg fór Eivør undir upptøkur av komandi fløgu síni, umframt at konsertir í Skotlandi, Írlandi og USA hava verið á skránni. Konsertirnar leygarkvøldið vóru fyrstu konsertirnar í Íslandi eftir keðiligu upplivingina, og Eivør er sera glað um, at tær gingu somikið væl.
- Tað er ótrúliga deiligt, at hetta var somikið væleydnað. Hetta er ein góður máti at koma aftur, sigur Eivør.
Á konsertini leygarkvøldið sluppu áskoðararnir at uppliva eina heldur øðrvísi Eivør Pálsdóttir. Konsertin var eitt samstarv millum Eivør og Raggi Bjarna, ið er farin um tey sjeyti, og hevur verið eitt stórt navn í íslendskum tónleiki síðan fimti árini. Tey valdu tí at spæla nógv gomul íslendsk løg. Eivør og Raggi Bjarna sungu saman, umframt, at tey bæði hvør í sínum lag framførdu nøkur løg við symfoniorkestri og kóri. Raggi Bjarna framførdi croonaraløg, so sum løg hjá Frank Sinatra. Eivør framførdi 4 egin løg sett út til symfoniorkestur og kór, m.a. Hjarta mítt og Mín móður.
- Tað var stuttligt og øðrvísi at spæla saman við einum stórum orkestri og kóri, greiðir Eivør frá.