Í næstu viku fer Eivør at spæla eitt lag í kendu tónleikasendingini Later... with Jools Holland á BBC.
Sjónvarpsrøðin er nakað av eini institutión innan tónleikasendingar. Fyrsta sendingin varð send í 1992, og nú fer at tátta í 300 sendingar. Umframt at vera send á BBC í Onglandi, verður sjónvarpssendingin víst í flestu londum í vesturheiminum.
Millum kendu nøvnini, sum hava verið við í sendingini kunnu nevnast Metallica, R.E.M, Oasis, Radiohead og Red Hot Chili Peppers.
Í sendingunum hevur verturin, Jools Holland, stuttar samrøður við nakrar tónleikarar, sum so eisini framføra ein sang ella tveir.
Eivør boðar á Facebookvanga sínum frá, at hon fer at spæla eitt lag av útgávuni Slør og at sendingin verður send beinleiðis týskvøldið.