Eivør avlýsir konsertferðina í heyst

Koronasmittan ávirkar virksemið hjá Eivør

Konsertferðin hjá føroysku sangarinnuni Eivør Pálsdóttir er avlýst. Ætlanin hevur í eina tíð verið, at konsertferðin skuldi vera í heyst, men hetta verður fyribils av ongum.

Eivør hevur fyri kortum latið nýtt tilfar úr honum, og hon fer at geva eina nýggja útgávu út í heyst - útgávan eitur SEGL.

Orsøkin til at konsertferðin nú er avlýst er koronasmittan. Hetta skrivaði Eivør á Facebook í gjár.

Hon skuldi framføra í londum sum Russlandi, Týsklandi, Fraklandi, Stórabretlandi og Póllandi.