Danska tónleikatíðarritið Gaffa hevur javnan tónlistafólk á breddanum, og verða tey biðin um at nevna tónleik, ið hevur verið við til at myndað lív teirra. Hetta verður nevnt soundtrack til lívið.
Eivør er nú tónlistafólkið, sum Gaffa hevur heitt á um at nevna tann tónleik, sum hevur verið ljóðbandið til hennara lív.
Umframt at nevna góðan tónleik, sum hon hevur lurtað nógv eftir, so nevnir Eivør eisini, hvønn sang hon ynskir skal spælast til hennara jarðarferð.
Greinin í Gaffa kann lesast her:
https://gaffa.dk/artikel/146408/eivor-her-er-mit-soundtrack-til-livet/