Myndin av honeiturkoppinum, sum er eiturkoppurin á størru myndini, er tikin í 2004. Hanneiturkoppurin, sum er á innsettu myndini, er funnin av Sámali Einarssyni og øðrum í Eysturoynni hin 13. oktober í 2017 – ella fyri stívliga 14 døgum síðan.
Hetta slagið av eiturkoppum, sum á donskum verður rópt ”store husedderkop”, hoyrir heima í Evropa, Miðasia og Norðurafrika. Men, hann breiðir seg alt meira út frá hesum økjum.
- Hetta slagið av eiturkoppi er funnið regluliga seinastu árini, og hann nørist helst í Tórshavn nú, sigur Jens Kjeld-Jensen á síni heimasíðu.
Á heimsíðuni – jenskjeld.info – kann lesast, at nevndi eiturkoppur kom til útnyrðingspartin av Amerika og Norðuramerika við fólki í umleið ár 1900, og síðan tá er hann bara nørdur meira og meira.
- Við eini beinvídd á út við 10 sentimetrar og einari ferð á 0,53 metrar um sekundið er ”store husedderkop” ein av skjótastu og fimastu eiturkoppunum í heiminum.
Á heimasíðuni hjá Jens Kjeld-Jensen, haðani hesar myndir eisini eru, verður sagt, at eiturkoppurin gerst umleið seks ára gamal, og hann leggur umleið 60 egg hvørja ferð, hann verpur.
Á síðuni sæst eisini youtube-upptøka av umrødda eiturkoppi, eins og her eru frásagnir um nógvar ymiskar eiturkoppar, sum gjøgnum árini eru funnir í Føroyum.










