Eitur nú Elektron deildin

Fremsta kvinnudeildin í hondbólti fingið nýtt navn

Hondbóltssamband Føroya og Elektron hava undirskrivað samstarvsavtalu um, at Elektron verður høvuðsstuðul hjá fremstu kvinnudeildini.

 

Heitið á fremstu kvinnudeildini kemur nú at vera Elektron deildin.

 

- Avbjóðingin at halda ungdómi okkara at landinum er stór, og her hevur ítrótturin sín týðandi leiklut. Og ikki minst hevur tað alstóran týdning at lívga um kvinnuhondbóltin, sum søguliga er ein hin fremsti kvinnuítrótturin í Føroyum, sigur Elektron í tíðindaskrivi.

 

Eisini í Hondbóltssambandinum fegnast tey um nýggju avtaluna.

 

- Hondbóltssambandið er fegið um, at henda avtala nú er gjørd, ein avtala, sum tryggjar møguleikar at halda fram við arbeiðinum at menna hondbóltin í Føroyum.