Meiri enn 40 fólk vórðu í gjárkvøldið flutt á sjúkrahús eftir eitt arbeiðsóhapp í grønlendska býnum Maniitsoq. Tey vóru í ferð við at leggja nýtt gólv í keypssamtøkuni í býnum, tá eitt silikonevni elvdi til lufteitran.
Í nátt kom eitt flogfar úr Nuuk til Maniitsoq eftir nøkrum av teimum eitraðu, so tey kundu flytast á sjúkrahús í Nuuk.
Tað er ikki heilt greitt, hvussu mong av teimum 43 mugu flytast til Nuuk, men grønlendska kringvarpið sigur, at um neyðugt verða nøkur av teimum eitraðu flutt til Íslands til viðgerðar.
Ein talskvinna fyri sjúkrahúsið í Nuuk sigur við KNR, at eitranin er ikki lívshættislig, men at hon kann elva til tað, sum tey rópa kemiskan lungnabruna.