Í hvussu so er ein av monnunum í estlendska ferðalagnum, sum klokkan trý korter til ellivu í gjáramorgunin lendi í Vágum, eftir at hava flogið beinleiðis úr Tallinn, hevur verið í Føroyum áður. Talan er um íslendska venjaran hjá estlendska landsliðnum. Hann eitur Þeitur Þordarson. Hesin dámligi íslendingurin hevur áður verið yrkisspælari í Svøríki, Fraklandi og Noregi, og tey síðstu fýra árini hevur hann verið venjari hjá estlendska landsliðnum, samstundis sum hann hevur havt ábyrgdina av FC Flora Tallinn, sum eigur besta fótbóltsliðið í Estlandi, og sum eigur trettan av teimum tjúgu spælarunum, sum eru á yvirlitinum, sum estlendska fótbóltssambandið hevur sent til FSF.
Tá Ísland í 1976 vann 6?1 í Føroyum, var núverandi estlendski landsliðsvenjarin millum málskjúttarnar, og tá Ísland á heimavølli í 1975 vann 6?0 móti Føroyum, skoraði Þeitur Þordarson trý mál.
Einstakir uttanlands
Estland spælir fyri sínum kjansi at enda sum nummar tvey í bólkinum. Skotland, Bosnia og Litava eru frammanfyri, men bert eitt stig er á muni. Tí hava estlendingar eins góðar møguleikar sum hini liðini at enda næstfremst. Dystirnir móti Føroyum og Skotlandi fara geva svar uppá spurningin, um fótbóltur í Estlandi hevur ment so nógv, sum tekin nú eru til.
Kendasti estlendski fótbóltsspælarin er Mart Poom, sum verjin málið hjá Derby í bestu eingilsku deildini. Næstbest kendi spælarin hjá teimum man vera Andres Oper, sum nú spælir í AaB, men sum ikki er við á ferðini til Føroya, tí hann er skaddur.
Einstakir aðrir spælarar spæla í útlendskum feløgum. Talan er um verjuspælaran Marek Lemsalu, sum áður hevur spælt í Mainz í Týskalandi og sum nú spælir í Strømgodset IF í Noregi, og so tveir spælarar, sum umboða finska Kotkan TP. Hesir eru verjuspælarin Urmas Kirs og miðvallarin Martin Reim.
Tríggir spælarar koma úr øðrum feløgum í Estlandi enn Flora Tallinn, og ein teirra umboðar FC Kuressaare, sum hoyrir heima í Sarema, sum føroyingar kenna so væl í oyggjaleikahøpi.
Nógvir útilokaðir
Í estlendsku landskappingini spæla átta lið. Styrkin er neyvan hægri enn tann í føroysku landskappingini. Flora Tallinn spældi í Europa Cup í ár móti Partisan Beograd, sum gav teimum ein orduligan lúsing, bæði á heimavølli og á útivølli.
Tað er merkisvert, at nógvir av spælarunum, sum spæla í estlendsku landskappingini, eru russarar. Í fleiri fótbóltsfeløgum eru allir spælararnir russarar.
Hjá teimum flestu russarunum, sum búgva í Estlandi, hava viðurskiftini verið ótrygg, síðani Estland og hini bæði baltisku londini tóku loysing frá gamla Sovjetsamveldinum. Nógvir russarar hava ikki heimarætt í Estlandi, og tað hevur m.a. við sær, at teir hava ikki rætt til í fótbólti at umboða landið, sum teir eru føddir og uppvaksnir í. Onkrir russarar hava henda rættin, og á listanum yvir spælararnar, sum eru við í Føroyum, eru tríggir ella fýra spælarar, sum hava russiskar røtur.
Estlendska sjónvarpið, útvarpið og fleiri bløð hava umboð í estlendska ferðalagnum, sum fer úr aftur Vágum klokkan tíggju í kvøld. Mikukvøldið skal Estland spæla á heimavølli móti Skotlandi.










