Finnleif Guttesen
Tað er sjón fyri søgn, at Fiskimálaráðið er ómetaliga óvirkið, nú tey krevja 500 krónur fyri at útskriva eitt fiskiloyvi á éitt A 4 papírsark og senda tað til bátaeigarar.
At tendra telduna, útprinta fiskiloyvi, leggja tað í ein brævbjálva, sleikja eitt frímerki, smekka tað á brævbjálvan og senda tað við postinum kann ikki kosta meir enn 25 krónur.
Við eitt sindur av viti og skili í Fiskimálaráðnum og Landsstýrinum, var frítt at fiska hjá bátum í bólki 5B og 5A, og so var ikki neyðugt at útskriva nakað fiskiloyvi til hesar bátar, tí veðrið og streymur avmarka fiskidagarnar heilt natúrliga.
Men tey umleið 700 fiskiloyvini, ið verða útskrivað um árið, kunnu nú fíggja lønirnar hjá 1,5 starvsfólkum, og er hetta helst ein byrjan til eitt avgjald fyri fiskirættindi, sum á hendan hátt blívur lirkað og lumpað ínn gjøgnum bakdyrnar.