Limatalið í dag telur um 100 limir. Felagið hevur egin høli frá Aalborg Kommunu. Hølini liggja á C. H. Rydersvej 24, 9210 Aalborg, og er pláss fyri umleið 40 vitjandi. Tá størri tiltøk verða hildin, leigar felagið høli aðrastaðnis.
- Føroyingafelagið vil við hesum gera vart við seg, og fáa fleiri føroyingar í Norðurjútlandi at vitja staðið. Felagið hevur egna heimasíðu HYPERLINK "http://www.alaborg.dk/" "_blank" www.alaborg.dk har ein kann síggja, hvørji tiltøk eru í nærmastu framtíð, og eisini hevur felagið stovnað ein bólk á Facebook, ið ber heiti Álaborg, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Nøkur av føstu tiltøkunum, ið felagið skipar fyri eru;
· Spurnarkappingar (einaferð um mðr.)
· Opið hús
· Barnatiltøk
· Eldratiltøk
· Tvær árligar veitslur (jólaborðhald og ræstkjøtaveitsla)
· Innandurafótbóltur hvørt fríggjakvøld (mest menn)
Til tiltøkini er høvi at koma at kenna aðrar føroyingar, ið eisini eru burtur frá sínum kæru. Tað man vera fáur føroyingur, ið hevur búð uttanlanda, ið ikki hevur knýtt okkurt vinarband í einum slíkum felag, ið er tað tættasta, ein kemur upp á sítt egna heimland í einum øðrum landi.
- Føroyingafelagið vil við hesum tíðindaskrivi fegið gera vart við seg og vónandi fáa fleiri føroyingar í Norðurjútlandi at kenna seg vælkomnar. Á heimasíðu felagsins, HYPERLINK "http://www.alaborg.dk/" "_blank" www.alaborg.dk kann ein síggja, hvørji tiltøk eru í nærmastu framtíð, heilsar felagið við heimlandskvøðu.










