Um allan heim leita lond saman fyri at samstarva á øllum økjum. Føroyar, Grønland og Danmark eru knýtt saman í eini ríkiseind, sum á ongan hátt er ein forðing fyri, at Føroyar samstarva við onnur lond heldur tvørtur ímóti. Hesu seinastu fýra árini hava loysingarflokkarnir í berum hegnisloysi forpestað viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark og verið orsøk til óbøtandi skaða ímillum londini.
At bróta niður bara fyri at bróta niður er ikki at finna í stevnuskrá Sambandsfloksins. Tí er umráðandi, at Sambandsflokkurin fær umboðan á Fólkatingi, so tað, sum nú liggur í sori, aftur sær eina bøtandi hond.
Blokkurin er týðandi partur av føroyska búskapinum
Við blokkinum hvørvur helvtin av øllum inntøkum landsins. Verandi fólkatingsumboð fyri loysingarflokkarnar reypar av, at samgongan næsta fíggjarár megnar at minka blokkin við nærum 360 milliónum. Og heldur samgongan fram við sínum niðurbrótandi arbeiði, er blokkurin burtur innan fýra ár.
Sambandsflokkurin vil varðveita blokkin, hetta tí at føroyska samfelagið ikki kann vera hann fyri uttan. Vit í Sambandsflokkinum ynskja ikki búskaparligan ruðuleika í landinum, vit ynskja ikki, at sosialu skipanir landsins fara fyri bakka. Eisini liggur hópur av óloystum uppgávum fyri framman. Gylt vallyftir grava ongar undirsjóartunnlar og byggja ongar ferjur til hundraðtals milliónir. Hetta er bert møguligt um figgjarlógin vísir eitt yvirskot, og tað ger tann føroyska ikki, tá blokkurin er burtur.
Vit styrkja ríkisfelagsskapin, vit vísa loysingini durafjórðingin
Í nógv hundrað ár hava Føroyar, Grønland og Danmark verið saman í ríkisfelagsskapi. Í hesum felagskapi hava vit ment okkum og standa í dag ájavnt fremstu samfeløg í heiminum. At lasta ríkisfelagsskapin er at lasta allan framburð í Føroyum. Eru partar av lógarverkinum Føroyar og Danmarkar ímillum ótíðarhóskandi, er Sambandsflokkurin altíð til reiðar at vera við at dagføra hesar.
Ongin føroyingur eigur longur at ivast í, at Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og sjálvandi eisini Tjóveldisflokkurin hava sum fremsta og til tíðir einasta mál at kvetta øll bond til hinar ríkispartarnar. At tað eru veljarar í øllum hesum flokkum, sum heldur sóu aldargamla samstarvið halda fram, er greitt, men hesir veljarar og serstakliga teir nógvu í Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum eiga at gera sær greitt, at ein atkvøða til hesar flokkar er ein atkvøða fyri loysing.
Vil tú styrkja og varðveita ríkisfelagsskapin gerst hetta einans við at atkvøða fyri Sambandsflokkinum á komandi fólkatingsvali.









