Eyðun á Borg
---
Einaferð stóðu tríggir varðar á einum grýtutum fjalli. Tveir teirra vóru stórir og hábærsligir; tann triði var minni og heldur lítillátin. Millum manna vórðu teir stóru nevndir kongsins varðar; tann lítli fekk navnið, Fullveldisvarðin.
Á manna munni varð sagt, at tá Fullveldisvarðin hevði fingið munin á kongsins varðum í stødd, ja, tá var frælsisstremban tjóðarinnar næstan komin á mál!
Árini gingu; men so knappliga ein dagin varnaðust fólk, at Fullveldisvarðin dagaði hægri mót himni enn kongsins varðar!
Hvat var nú hent? Stóð tjóðarfrælsi fyri durum? Fólk fóru til gongu niðan á fjallið fyri at kanna málið gjøllari. Tó, alt veldst um sjónarhorn fólksins! Nærri tú kemur fjallinum, minni tykist Fullveldisvarðin at gerast. Tá tú ert komin niðan undir fjalsins trom, ja, tá hvørvur fullveldisvarði úr eygsjón, meðan kongsins varðar framvegis standa so hábærsligir á sýnini.
Fellur tú ikki í fátt, men heldur fram tey seinastu tungu fetini upp á tindin, ja, tá varnast tú, at Fullveldisvarðin, sum stendur eitt sindur aftan fyri kongsins varðar, veruliga hevur munin og nú er vorðin tann størsti!!
E.S.: FLAGGDAGSGRÁTUR OG SKEMDARMYNDIR AV FLØGGUM Í KIRKJUBØ
Onkur heldur, at tað er veruleikafjart at tosa um fullveldi í hesum døpru fíggjartíðum.
Merkið varð góðkent av bretum (ikki føroyingum ella dønum) á flaggdegnum fyri sjeyti árum síðani. Um flaggdagsleitið í ár kom veljarakanning, sum vísti, at Samríkisflokkurin, sum m. a. var ímóti góðkenning Merkisins, hevði undirtøku frá tríati prosentum av føroyingum!?
Samstundis var grein í Dimmu um ríkiseindina, við stórari mynd úr Kirkjubø, har tjóðarfløgg verða speirikin!? Móðurlandið fellir tár. Eitt er, at onkur útlendingur við »farofobi« speirekur fløgg, men eisini føroyingar!? Hvussu er vorðið við hugsjónum fólksins?
E.E.S.: GLOTTAR
Glottar eru kanska at hóma í havsbrúnni hóast alt. Flokkar tykjast samdir um komandi grundlóg tjóðarinnar!!
Á Borg á Argjum í gýtusól 2010
Við frælsiskvøðu