Helena Dam
á Neystabø
Javnaðarflokkurin
Fólkatingssessurin er eitt vindeyga út í heim. Hiðani eigur ein óheft føroysk rødd at samstarva við politiskar flokkar í Danmark og í øðrum londum við. Hiðani eiga vit at menna møguleikar, ið kunnu gagna vinnulívi, mentan og gransking og sum geva Føroyum fleiri búskaparlig bein at standa á.
Hiðani eiga vit at tryggja tann føroyska sjálvsavgerðarrættin og at menna ta serstøðu, sum Føroyar hava og altíð hava haft mentunarliga og tjóðskaparliga, í ríkinum og í Evropa.
Hiðani skulu vit virka fyri sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum, og virka fyri, at tær avgerðir, ið Føroya Løgting tekur eisini verða framdar í Fólkatinginum.
Í sjálvstýrismálinum hevur fólkatingumboð Føroya eina stóra uppgávu at slóða fyri teimum semjum, sum eru í Føroyum.
Tað eru politiskir flokkar í Føroyum sum vilja alt ella einki. Teir fáa einki úrslit.
Tað politiskir flokkar í Føroyum, sum einki vilja, og sum tí heldur eingi úrslit fáa.
Triðji møguleikin er at berjast fyri tí framburði, sum ber til, og at fáa góð úrslit.
Javnaðarflokkurin er triði møguleikin.










