Nevndin viðmælir at:
? Ígjøgnum upplýsingararbeiði, herferðir og øktum løgreglu luti skulu tey, ið ferðast í ferðsluni fáast í størri mun at yvirhalda púra vanligar reglar fyri koyring á motorvegunum.
?Upplýsingar, herferðir og útbúgving rættað móti teimum meira royndu bilførarum, sum hava eina skeiva uppfatan av, hvussu trygt hesir koyra og geva teimum eina betri fatan av, júst hvussu nógv ferðin hevur at siga
?Nógvir bilførarar mugu fáa eina økta vitan og skilja betur, hvussu ferðin hongur saman við sýni og steðgilongd
Hetta er sum sagt ein viðmæli frá ferðsluskaðanevndini í Danmark um, hvat kann
gerast fyri at minka um vanlukku á motorvegunum í Danmark. Eftir at nevndin
hevur kannað ferðsluvanlukkur á motorvegunum. Somuleiðis hava tey eisini
boð um, hvat kann gerast fyri at minka um aðrar vandar út frá øðrum evnum, sum tey
hava kannað.
Kelda: www.hvu.dk