Fyrstu fýra mánaðirnar í ár er eitt vet meira komið inn í landsskatti, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Tað vísir ein uppgerð frá TAKS.
Higartil í ár er komið inn í landsskatti 406.612.058,00 krónur, móti 405.124.522,00 fyri somu fýra mánaðir í fjør. Tað er 1.487.536,00 krónur meira, svarandi til 0,37%
Hinvegin eru komnar inn 4.219.239,00 krónur færri inn í kommunuskatti fyrstu fýra mánaðirnar í ár í mun til somu mánaðir í fjør. 464.064.594,00 krónur í fjør í mun til 459.845.355,00 krónur í ár.
Tað er serliga Tórshavnar kommuna, ið dregur niður, tí í høvuðsstaðnum eru komnar inn 6.236.095 krónur færri fyrstu fýra mánaðirnar í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Her skal tó havast í huga, at Tórshavnar kommuna lækkaði sítt skattaprosent í nýggjárinum, og at afturgongdin í skattainntøkunum stava frá tí.
Av øðrum áhugaverdum, sum sæst at lesa í skattauppgerðini hjá TAKS, eru skattainntøkurnar hjá Viðareiðis kommunu, sum eru vaksnar 14,02% fyrstu fýra mánaðirnar í ár, sammett við sama tíðarskeið í fjør. Inntøkan er fari úr 2.393.000,00 krónum upp í 2.728.399,00 krónur, ið er ein hækking á 335.399,00 krónur.
Skattainntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu eru vaksnar 1.535 milliónir krónur í mun til í fjør, meðan Tvøroyrar kommuna hevur fingið 825.000 krónur fleiri í mun til sama tíðarskeið í fjør.