Visjón 2015, sum fyrrverandi løgmaður Jóannes Eidesgaard tók stig til og fekk fest á blað var eitt sera áhugavert og politiskt nýskapandi tiltak. Fyri fyrstu ferð royndi ein landsstýrissamgonga at seta upp nøkur heilt greið politisk mál fyri eitt ávíst tíðarskeið.
Visjón 2015 var ein djørv roynd at taka eina peilig av framtíð Føroya í einum altjóðagjørdum heimi, har kunningar og samskiftistøknin fullkomuliga hevði broytt allar vanliga og kendar fortreytir fyri politiskar planlegging av samfelagsmenningini. Tað var tískil ikki av tilvild, at útbúgving, gransking og nýmenning áttu so nógv rúm í Visjón 2015. Í Visjón 2015 skjalinum, Mál og vegir, varð staðfest, at vitan er eitt hitt mest týdningarmikla tilfeingi í einihvørjari tjóð í altjóðagjørda heiminum. Síðan var ítøkiliga greitt frá teimum ætlanum, ið skuldu leiða Føroyar fram til eitt eina samfelagsstøðu, har vitanarframleiðsla og ikki vøruframleiðsla var høvuðsálitið, tá komið var fram til ár 2015.
Tað er tí ikki sørt áhugavert, at vit síggja nógv av øllum hesum aftur í tí løgmansrøðu, sum Kaj Leo Johannesen helt á ólavsøku. Partarnir av røðuni, ið snúgva seg um gransking, nýmenning, skúlaskap og útbúgving eru sera áhugaverdir og eru heilt týðuliga merktir av, at landsstýrissamgongan hevur tikið hendan partin av Visjón 2015 til sín og hevur skilt, hvussu ómetaliga týdningarmikið alt hetta økið er. Føroyar eru í dag partur av alheiminum og alheimurin er í roynd og verðu ein felags arbeiðsmarknaður hjá føroyingum. Í hesum høpi hevur útbúgving alt at siga, og tørvurin á vælútbúgvnum fólki er mestsum óavmarkaður. Hetta kann staðfestast, hóast heimurin í løtuni stríðist við bæði fíggjarkreppu og búskaparkreppu. Henda kreppa varir ikki í allar ævir. Allar keppur fáa ein enda og besta tilfeingi er og verður eitt væsl skúlað og vælútbúgvið fólk.
Støðið undir útbúgving og vinnuligari menning er gransking á øllum týðandi samfelagsøkjum. Í løtuni nýta vit minni enn eitt prosent til gransking og nýmenning, meðan UNESCO hevur ásett trý prosent sum minstamark. Hetta minstamark hava grannar okkara langt síðan rokkið, so tað kann uttan víðari staðfestast, at á hesum øki eru Føroyar tilafturskomið land. Tað er tí bæði skilagott og gleðiligt, at løgmaður boðar frá, at nú skulu eisini vit uppá hesi trý prosentini. Hetta er sjalvsagt eins neyðugt og tað er skilagott, um vit skulu gera okkum nakra vón um at troyta teir møguleikar, sum ES granskingarsáttmálin gevur okkara granskingarstovnum og einstøkum granskarum. Nú nærkast so sannleikans tími fyri føroyskan granskinarpolitikk. Hetta merkir, at vit her og nú og ikki um eini fimm til tíggju ár skulu uppá hesi magisku trý prosentini. Alt hetta krevur samskipan, ráðgeving, nýggjar bygningar, umvæling av niðurslitnum hølum, skipan av nógvum granskinagrstørvum og ph.d. studningum, nýggjar útbúgvingar og sum heild eina samskipan av øllum hægri útbúgvingum í Føroyum. ABC 1 setti sjøtul á alt hetta, nú verður spennandi um ANC 2 megnar at fullføra hesa tilgongd, sum fer at krevja nógv øktar játtanir til gransking og hægri útbúgving.










