"Eitt veruligt ævintýr" í Løkshøll

”Eitt veruligt ævintýr” er ein stuttligur og spennandi sangleikur, sum fer fram í tveimum heimum, einum ævintýraheimi og so eisini í einum veruligum, vanligum skúla.

Vit hitta allar teir kendu ævintýra-figurarnar, eitt nú Snjóhvítu, Øskufíu og stjúksystrarnar, Tornurósu, Prinsin á hvíta hestinum, Hans og Gretu, Klokkublómu, Reyðhettu, Gandaspegilin, Veiðimannin og fleiri onnur.

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Leikurin er leystliga týddur úr enskum. Bárður hevur gjørt orð og løg til sangirnar og hevur lagt tónleikin til rættis.

Leikurin - ”Eitt veruligt ævintýr” - verður sýndur í Løkshøll mikukvøldið hin 11. apríl klokkan 19.

Atgongumerki kunnu keypast hjá Kunningarstovunum í Fuglafirði og Saltangará og fáast annars til keyps ein tíma undan sýning.