Eitt verri kettulív!

Magnus Tausen, stjóri á Námi
......

Mangan verður tikið til, at okkurt er ”eitt verri hundalív”. Tá er skilið kanska ikki av tí besta, og fyri at lýsa tað, verður hetta orðafellið nýtt.

Nógvir hundar hava altíð verið í Føroyum. Seyðahundar serliga, og hava teir gjørt sína skyldu umframt at verið til gleði hjá teimum, sum eiga og øðrum við. Seinnu árini eru nógvir hundar komnir til Føroyar. Hetta eru hundar av øllum sløgum, og teir eru sjónligir ikki minst í býarmyndini í Havn. Bara í undantaksføri sæst hundur, sum er leysur. Og kemur tað fyri, er hundafangarin skjótur, so í so máta er sera gott skil í tí heila. Hundalortarnir eru nakað nógvir, og tað kemur meira enn so fyri, at teir eru at síggja á gongubreytini ella enntá í innkoyringini heima við hús. Tað kann undra, tá ið hundar at kalla altíð eru í bandi og skulu vera tað. Hundaeigarin má tá standa uppiyvir vininum, meðan hann ”loysir sær buksur”. Forkastiligt!

Nú skilið við hundunum er at kalla gott, er tað eitt sindur órættvíst at halda á við hugtakinum ”hundalív”. Tí hundalív er at standa bundin, ganga bundin ella vera ella vera bundin innandurða og ikki sleppa út. Verri er statt, tá ið tað kettuni umræður.

Í øðrum londum eru heilag dýr, og tað verður hildið ógvuliga fast um henda sið. Í Føroyum halda summi, at okkara heilaga dýr er seyðurin, tí hann er gerandis gestur á vegunum. Eg haldi, at okkara heilaga dýr er kettan!

Tað er einki minni enn satt kettuóskil í Føroyum. Hon sleppur at gera akkurát sum hon vil, og til kettueigarar verða eingi krøv sett. Hon gongur út og inn, sum hon vil, og tað er til miklan ampa hjá at kalla øllum øðrum livandi.

Undir trappuni luktar av frensalandi. Í túninum eru kettulortar at finna. Í sandkassanum í barnagarðinum ikki minni. Kaninurnar hjá okkum kunnu ikki vera úti okkara egna garði, tí ketta legst á tær, og neyðar fuglarnir eru rýmdir, tí ketturnar liggja og lúra. Hvønn einasta vetur leggja vit mat út til fuglarnar, men í vetur eru nógv færri fuglar at síggja. Ketturnar eru afturfyri eru nógv fleiri. Tí fari eg at loyva mær at siga, at kettan er nógv størri skaðadýr enn rottan, sum verður týnd, tá ið høvi er til tað.

Eg krevji, at ketta ikki kemur inn í garðin hjá okkum. Ketta er ikki væl komin gestur. Júst so sum hundar heldur ikki eru tað, og ikki koma, tí teir eru í bandi. Og tað eigur at vera krav til kettueigarar, at teir syrgja fyri, at dýr teirra er ikki til ampa hjá øðrum. Tað má so merkja, at ketta skal undir somu lógir, sum hundarnir eru komnir. Ikki hava loyvi at ganga leysar, sum teimum lystir, vera í bandi osfr. Tí tað líkist svartasta ongum, sum kettan sleppur at týggja sær til miklan skaða og ampa fyri onnur livandi. Um hetta so merkir, at tað verða munandi færri kettur í Føroyum, so er einki at gera við tað.

Hetta ólukku kettulívið má fáa ein enda og tað skjótt, og tað er ógvuliga lætt at loysa. Somu reglur sum fyri hundar!