Eitt veldugt øl-torn

Sunnudagin var alt leyst og liðugt á G! Trý kvøld við tónleiki og veitslu vóru av og bara uppruddingin var eftir

Tjaldplássið er nakað heilt serligt á G! Festivalinum. Mikukvøldið vórðu fyrstu tjøldini sett upp, og síðani hava 2000 fólk sovið og ballast har. Tað sást eisini aftur, tá sólin reis sunnumorgunin og fólk byrjaðu at pakka saman.

Hóast tjaldplássið hevði fólk at taka órudd upp alla tíðina, og at hesi gjørdu eitt gott og stórt arbeiði, so lá nógv eftir. Serliga nógvir ølkassar vóru eisini, og nakrir unglingar í góðum lag hildu, at hesir áttu at verið savnaðir á einum stað, heldur enn at vera spjaddir runt á økinum og fólk duttu um teir.

Teir lagaðu eitt ovurhondsstórt torn upp, sum ikki rapaði fyrr enn stívliga 30 kassar stóðu omaná hvørjum øðrum. Tíbetur, kann man siga, rakti eingin av hesum nakran í høvdið, og fólk sluppu av G! uttam høvuðpínu.