Ætlar tú tær at ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í dag?
- Ja, vit fara ein túr yvir á Strendur og ein túr til Havnar.
Tað sigur nývaldi borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum.
Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum?
- Ein snotiligur tunnil, sum er eitt veldugt framstig fyri Føroyar og føroyingar - og serliga fyri økið við Skálafjørðin. Søgan hevur prógvað, at útbyggingin av vegakervinum er lykilin til framburð, menning og trivnað.
Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?
- Ja, sjálvandi. Vit fara at brúka hesa farleið. Nógv tíð er at spara, eins og trygdin verður munandi betri, sigur komandi borgarstjórin í Nes kommunu.
##med2##