Alduorka
Enn hava vit ikki fingið pengarnar á bók. Talan er um eitt tilboð frá ES um at koma í samráðingar við teir. Og tað eru nógvar treytir, sum skulu lúkast, áðrenn vit hava fingið nakrar stuðulskrónur at arbeiða við.
Soleiðis sigur Poul Arni Jacobsen, nevndarformaður í SeWave, nú tað er greitt, at føroysk/skotska verkætlanin av álvara hevur vakt áhuga í ES.
Í heims-elituni
Men hóast varisligu orðini, so skerst ikki burtur, at talan er um ein sera fegnan nevndarformann.
Vit síggja hetta sjálvandi sum ein stóra blástempling av okkara verkætlan. Áhugin fyri alternativari orkuframleiðslu er alsamt vaksandi, nú oljan støðugt dýrkar. Tí eru tað nógvar verkætlanir og umsóknir, sum koma á borðið hjá ES. Og at okkara so er vald út millum hesar, vísir í øllum førum, at vit eru á rættari leið.
Vilt tú siga, at Føroyar við hesum hava flutt seg fram í heimsoddin, tá tosað verður um alduorku?
Okkara fatanj er í øllum førum, at vit eru á rættari leið. Og at vit liggja frammaliga í feltinum. Eisini hóast arbeitt hevur verið við alduorku í eini 20-25 ár. Hóast talan ikki er um nýggja tøkni, so er okkara verkætlan serstøk, tí vit hava framleiðsluna á landi, og tað sparir hópin av trupulleikum. Og kanska er tað júst hetta, sum hevur gjørt ætlanina somikið áhugaverda fyri ES, staðfestir Poul Arni Jacobsen.
Vilja ígongd
Og stjórin í felagnum, Ólavur Gregersen, er so langt ífrá ósamdur í hesum.
Fyrst og fremst, so ger hendan blástemplingin, at tað verður munandi lættari hjá okkum at finna nýggjar samstarvsfelagar og eisini fíggingarmøguleikar. Tá ein slík tilsøgn verður givin í ES, so hendir tað ikki, fyrr enn fleiri serfrøðingar hava hugt at málinum, og tað vita fólk innan vinnuna.
Tí er hetta eitt veldugt framstig hjá okkum, og vónin er nú, at vit longu komandi hálva árið kunnu fara í holt við projekteringina, sigur Ólavur Gregersen.