Høgni Hoydal
_______
Skrivari sambandsfloksins, Helgi Abrahamsen, er ein dámligur maður. Vit starvast dagliga saman á Gamla Apoteki - hurð um hurð - og hava mong góð prát, hóast sera ósamdir um mong viðurskifti.
Tí harmar tað meg almikið, at nú Helgi er kroystur í síni sera asosialu grundgeving fyri blokkstuðlinum, førir fram ósannindi. Tá grundgevingarnar eru uppi, kanst tú jú altíð leggja eftir manninum við ósannindum. Tað líkist ikki Helga at gera slíkt.
Helgi roynir í grein í bløðunum at endurtaka tey so ofta søgdu ósannindi, at undirritaði og Tjóðveldisflokkurin hava sagt, at niðurskurðurin av blokkstuðlinum fekk ongar avleiðingar. - Hvør skal siga, nú merkja tey eldru avleiðingarnar.
Ikki pella, Helgi
Hetta er beinleiðis ósatt. Undirritaði og Tjóðveldisflokkurin hava altíð sagt, at vit skulu fíggja vælferðina sjálvi í Føroyum, og at vit við at raðfesta rætt, skulu tryggja, at tey veikastu ikki vera fyri vanbýti, tá vit gera okkum leys av teimum donsku pengunum. Vit hava støðugt ført fram, at blokkstuðulin altíð hevur verið nýttur til at geva studning, skattalættar og fyrimunir til tey ríkastu.
Eg kann vísa Helga á stevnumiðini hjá Tjóðveldisflokkinum, á allar valskráir og greinar hjá Tjóðveldisflokkinum seinastu 7 árini. Og eg kann vísa honum til bók mína "Frælsi er ábyrgd" frá ár 2000, har hetta sama er sagt og grundgivið aftur og aftur. (Eisini kann Helgi lesa øll míni svar og innlegg um Hvítubók og fullveldisætlanina).
Eg ska hervið lova Helga eitt turt veðrakrov, um hann kann ávísa bara eitt dømi um, at eg skal hava sagt nakað annað enn, at fullveldi og ongin blokkstuðul krevur greiðar raðfestingar og samhaldsfastan politikk. Og at vit ikki mugu gjara út við skattalættum og studningi, sum gjørt verður nú. Helgi kann eisini fegin vísa mær á, nær ein andstøðuflokkur nakrantíð fyrr er gingin ímóti skatta- og avgjaldslættum og hevur lagt uppskot fram um at hækka avgjøld, eins og Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt seinasta árið.
Hvør raðfestir hvat?
Og vit hava prógvað í verki, at tað ber væl til at betra umstøðurnar hjá eldri og óhjálpnum. At styrkja Sjúkrahúsverkið. At raðfesta útbúgving, gransking, mentan og umhvørvi. At niðurgjalda skuld og at gera skilagóðar íløgur - við okkara egnu fígging og við minkandi blokkstuðli.
Fari at spyrja Helga:
- Nær varð landssjúkrahúsið útbýgt? Fyri ella eftir vit minkaðu blokkstuðulin?
- Nær vóru dagtilhald og matútbering til pensjónistar sett á stovn? Fyri ella eftir vit minkaðu blokkstuðulin?
- Nær vóru pensiónirnar hækkaðar? Fyri ella eftir vit minkaðu blokkstuðulin?
- Nær var stórur vøkstur til heimarøkt og serforsorg? Fyri ella eftir vit minkaðu blokkstuðulin?
Og hinvegin:
- Nær varð farið undir at geva studning aftur til vinnulívið? Var tað meðan Tjóðveldisflokkurin sat í samgongu?
- Nær varð farið undir at geva teimum ríkastu skattalættar? Var tað meðan Tjóðveldisflokkurin sat í samgongu?
- Nær varð farið undir at skerja gransking, mentan, útbúgving og umhvørvi? Var tað meðan Tjóðveldisflokkurin sat í samgongu?
- Nær varð farið undir at skerja tey veikastu - feløgini hjá brekaðum, dagtilhald, døgurðaútbering og tílíkt? Var tað meðan Tjóðveldisflokkurin sat í samgongu?
- Nær varð farið undir at steðga skúlabygging og at søpla 10-tals milliónir burtur? Var tað meðan Tjóðveldisflokkurin sat í samgongu?
- Nær varð farið at lækka gjøld á luxusvørum og at eggja til størri innflutning, meðan útflutningsvinnan er í trupulleikum? Var tað meðan Tjóðveldisflokkurin sat í samgongu?
Sambandsflokkurin við skerdan lut
At enda skal eg enn einaferð harmast um, at Helgi Abrahamsen er farin uppí eitt kór, sum í seinasta enda fer at gera av við sambandsflokkin. Søgan og nútíðin vísir okkum, at tað sum altíð hevur rent hetta landið á heysin og hevur slept teimum veikastu upp á fjall, er ódamliga gerðabýtið millum fólkaflokkin og javnaðarflokkin. Fólkaflokkurin sleppur at gjara út við skattapengum til vinnulívið og sínar áhugabólkar. Afturfyri skal javnaðarflokkurin sleppa at brúka danskar pengar til okkurt á sosiala økinum.
Eitt samfelag kann aldri gerast burðardygt á henda hátt. Tað áttu eftirhondini øll at kunnað ásannað. Og nú blokkstuðulin er minkaður, vita fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin sær ongi onnur ráð, enn at fíggja sítt ódámliga gerðabýti við stórum undirskotum á fíggjarlógini. - Og sambandsflokkurin spælir við, og situr enntá við fíggjarmálum.
Fara at selja fyri løtuvinning
Eg tori at vedda um, at í heyst - og helst longu í ólavsøkurøðini hjá løgmanni - fara fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin at fráboða tað nýggja gerðabýtið: Fólkaflokkurin skal sleppa at privatisera tær almennu fyritøkurnar uttan nakað mál ella mið og í stórum skundi. Afturfyri skulu pengarnir fara beint í landskassan, so tað kann fíggja undirskotið og javnaðarflokkurin kann sleppa undan at skerja alt ov nógv á sosiala økinum.
Tá vit vit øll, hvat liggur í kortunum. Privatiseringar geva bert pengar einaferð, um pengarnir fara til rakstur í landskassanum. Tá eru vit við rúkandi ferð aftur í ábyrgdarloysið og 80ini, har onki grundarlag er fyri búskapinum, og har bert verður hugt eitt ár fram í tíðina.
Tá fær sambandsflokkurin so kanska sín vilja, at føroyskir politikarar aftur mugu til Keypmannahavnar at biðja um hjálp til at verða settir undir umsiting. Tað fer at kosta dýrt hjá teimum eldru og óhjálpnu og teimum, ið ikki eru so heppin at hava fleiri almennar lønir sum eg.
Lat okkum steðga hesum í felag, Helgi. Heldur enn at føra ósannindi fram, sum onki skapa uttan máttloysi og vantandi virðing hvør fyri øðrum.