Skatting av hjúnum
Men eitt uppskot, sum fleiri høvdu væntað fór at koma sum ein náttúrlig avleiðing av kósini hjá fíggjarmálaráðharranum, vantar enn. Hetta er uppskotið um at gera tað møguligt hjá hjúnum at flyta inntøku sínámillum. Miðflokkurin hevur í hesum sínum fyrsta skeiði á tingi gjørt ítøkiligar royndir at fáa hetta málið framt, men hevur ikki enn verið meiriluti fyri hesum á tingi, hóast fleiri hava sýnt góðan vilja.
Eitt dømi: Annar hjúnafelagin hevur eina inntøku upp á kr. 200.000. Hin hevur onga inntøku, tí hann er heimaarbeiðandi. Við uppskoti Miðfloksins kann helvtin av inntøkuni flytast, soleiðis at hvør teirra hevur eina skattskylduga inntøku upp á kr. 100.000.
Við hesum uppskoti latast fleiri møguleikar upp fyri loysn av trupulleikum, sum í dag eru eygsýniligir í samfelagnum.
Virðið heimaarbeiðið
Fyrst og fremst vil hendan broytingin í skattalógini vera ein samfelagslig góðtøka av arbeiðnum heima. Tey eru nøkur hjún ? og ikki so fá ? sum hava valt at vera felags um alt. Hetta merkir, at um annar arbeiðir úti og hin heima, so eru tey tó felags um inntøkuna, tí familjan øll skal liva av henni. Í veruleikanum er talan um manna- og javnrættindi. Hví verður arbeiðið at ansa eftir egnum børnum ikki eins nógv virt og arbeiði petagoganna???
Greiðir fyrimunir
Beinleiðis fyrimunir við hesi broyting í skattalógini eru, at liviumstøðurnar gerast lættari hjá hjúnum, har bert ein inntøka er. Og uttan iva verða tað fleiri, har bæði hjún arbeiða úti, sum síggja møguleikan fyri, at annar framyvir kann vera heimaarbeiðandi.
í hesm uppskoti eisini ein lutvís loysn á teimum ansingartrupulleikum, sum annars eru so truplir at loysa.
Síðani merkir hetta eisini, at fleiri kunnu koma í arbeiði, sum í dag eru arbeiðsleys, við tað at ein ávísur tørvur verður á arbeiðskraft.
Lívsvirðir
Miðflokkurin setir lívsvirðir fremst í sínum politikki. Og her er talan um lívsvirðir, sum vælferðarsamfelagið tíverri hevur sagt farvæl til.
Bill Justinussen,
Miðflokkurin









