Ongantíð hevur oyggin havt so stóran tørv á, at vit standa saman Gerhard, og tí harmar tað meg almikið, at tú roynir at seta kílar í samstarvstilgongdina í oynni, við at leggja eftir mínum persóni og næstringum mínum. Eg fari ikki at brúka sama vápn og leggja eftir tær og tínum. Eg fari heldur ikki at lata hetta álop nerva samráðingartilgongdina um eina kommunu í oynni.
Fari bert at brúka høvið til at afturvísa grovastu ákærunum.
»Hann setur systur sína í nevndina fyri Sandoyar Barnaverdartænastu, eg eri fullvísur í, at hon er álitisfólk, men!«
Systur mín, Hanna á Reynatúgvu, sum er vælútbúgvum fakpersónur við hópin av relevantum royndum á økinum, varð vald av einmæltum kommunustýri á Sandi, at umboða Sands Kommunu í Barnaverndarnevndini fyri Sandoyar Sýslu. Páll á Reynatúgvu, varð ikki á fundi meðan valið fór fram. (sambært gerðabók hjá Sands Kommunu).
»Hann setur seg sjálvan í nevndina fyri Barnaverndartænastuna, har fólk úr formanskapinum úr Kommununum vanliga sita.«
Sambært samstarvssáttmálanum fyri Sandoyar Barnaverndartænastu, eru borgarstjórarnir í sýsluni, føddir limir, í nevndini fyri samstarvið. Hettar uttan mun til, um borgarstjórin eitur Páll, ella Gerhard, so eg havi ikki sett meg til nakað sum helst í hesum føri, men røki eina skyldu, sum eg sum borgarstjóri á Sandi havi.
»Páll møtir sjálvur á fundi í nevndini fyri Barnaverndartænastuna, hóast næstformaðurin í Sands Kommunu var boðaður til fundar av formanninum í nevndini. Á hesum fundi var kona Páll á Reynatúgvu sett sum leiðari fyri Barnaverndartænastuna á Sandoynni. Eg vil beinanvegin leggja afturat, at eg kenni hana, sum eitt gott fólk«
Kona mín, Kristina J. á Reynatúgvu, er ein vælútbúgvin fakpersónur, við relevantum arbeiðsroyndum á økinum. Mær vitandi varð hon sett í starv, tí at hon leyk fakligu krøvini til starvið. Sjálvur var eg ikki á fundi, tá gjørt var av, hvussu umsóknirnar skuldu viðgerast, ei heldur tá setanarsamrøðurnar vóru hildnar við umsøkjararnar, og ei heldur tá avgerðin um setanina varð tikin. Veit tó frá fundinum, tá umsóknirnar vóru brotnar upp, at tað vóru tríggir umsøkjarar til starvið. Veit eisini at hinir báðir umsøkjararnir eisini vóru vælútbúnir og luku setanarkrøvini, men valdu ikki at taka av starvinum. Summa summarum, so tók setanarnevndin av at seta Kristinu J. á Reynatúgvu í starv, sum hálvtíðarsettur leiðari fyri Sandoyar Barnaverndartænastu, og undirritaði var ikki á fundi, tá avgerðin varð tikin.
Tað er ikki rímiligt, at næstringar mínir hava fyrimunir av politisku ávirkanini, sum eg havi í oynni. Men líka so órímiligt at tey, hóast fakligar kvalifikatiónir skulu vrakast, bert tí at tey av lagnunar tilvild, standa mær nær.
Restina av ákærunum leggi eg einki í at viðgera, men eg hevði ikki væntað, at hettar skuldi vera fyrsta útspælið til samstarv um einu kommununa í oynni. Eg fari at leggja árar í sjógv fyri at røkka einum góðum felagskommunalum samstarvi fyri alla sýsluna, uttan mun til hvørjar ákærurnar móti mínum persóni vera.
Góði Gerhard, tú átti meira enn nakar at vitað, hvussu sárt tað er, tá næstringarnir vera illa viðfarnir í almenninginum, bert tí teir standa tær nær, og tað harmar meg ómetaligt, at eisini at tú fall í ta grøvina.
Við vón um at tað gongst tær og tínum væl.